3814.06 - Feltskeið uttanlands


Skeiðsnummar
3814.06
Heiti
Feltskeið uttanlands
ECTS
3
Endamál
Er at geva næmingunum innlit í eina oyggjavistskipan, floru og fauna við høgum lívfrøðiligum margfeldi.
Innihald
Á skeiðnum verða fyrilestrar á Universitetinum í Madeira í evnunum: Palæosøgu, vøkstur, floru og fauna, uppruna og evolutión, klima og bioklima á oynni. Vakstrarbrigdi og varðveitsla. Vitjað verður fram við strendur, í vátum og turrum laurberjaskógum, á háslættum og í fjallaøkjum har hugt verður at flora og fauna. Eisini verður greitt frá menniskjaskaptum landslagið og náttúruvarveiðslu. Skeiðsleiðari: Miquel Sequera
Próvtøkuháttur
Felags skrivtlig frágreiðing
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa