3831.05 - Plantuskipan


Skeiðsnummar
3831.05
Heiti
Plantuskipan
ECTS
6
Endamál
At geva teimum lesandi innlit í planturíkið á tann hátt ið tað vanliga hevur verið uppbýtt, herundir: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir, mosar, leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar. Og at geva teimum kunnleika í taxonomiskum meginreglum.
Innihald
Klassifikatión og evolutión : Heterotrofi /autotrofi. Algur, soppar, uppruni hjá landplantum. Fyrra próvtøkan 4 tímar umfatar: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir og mosar. Hendan liggur beint eftir lokna undirvísing í hesum partinum av fakinum. Seinra próvtøka 1 tíma umfatar leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar.
Læru- og undirvísingarhættir
45 tímar fyrilestrar og 15 tímars starvsstovuroyndir
Próvtøkuháttur
2 skrivtligar próvtøkur, uttan hjálpiamboð. , hvør av hesum telur 50 %. Eitt felags próvtal verður givið. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
De højere planters evolution og klassifikation, Frederiksen,S., Rasmussen, F.N., Seberg, O, 1 ed. (1997), 87-12-03087-2, Gads forlag; Biology of plants, Raven, Evert & Eichorn, 1999, 6 ed
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa