3891.06 - Aling


Skeiðsnummar
3891.06
Heiti
Aling
ECTS
6
Endamál
Undirvísingin miðar ímóti at geva teimum lesandi eina grundleggjandi lívfrøðiliga vitan um aling - frá gýtingini til lidna framleiðslu av matvørðuni.
Innihald
Gongdin frá gýtingini til fiskurin er liðugt framleiddur sum matvøra verður lýst. Evni so sum fóður og fóðursamanseting, fiskasjúkur, kynbótararbeiði og endurnýtsla av vatni í framleiðsluni verða lýst. Eisini verður umrøtt, hvørjar vinnu- og fíggjarligir møguleikar alingin hevur í dag og í framtíðuni.
Læru- og undirvísingarhættir
40 fyrilestrar à 45 minuttir
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Eisini skulu tvær stóruppgávur latast inn. Próvtal verður givið fyri hvørja av uppgávunum. Miðalpróvtalið av báðum uppgávunum telur 50% av samlaðu próvtøkuni.
Lestrarlisti
Fiskeoppdrætt. Vekstnæring for distrikts Norge. Gjedrem, T. 1993, Landbrugsforlaget. ISBN 82-529-1398-9 Oppdrett av laks og aure i Norge. S.O. Stefansson, J.C. Holm og G. L. Taranger, 1997, Kompendium (jan. 2002). Oppdrett av laksesmolt, Tom Hansen (red.) 1998. Torskeopdræt – forskningsresultater og kundskab om torskeopdræt. Støttrup, J.S. DFU-rapport 107-02. Genetikk og avlslære for akvakultur, T Gjedrem, 1995 (Landbruksforlaget). Fiskehelse og fiskesykdommer. Trygve Poppe (red), (1999), Universitetsforlaget. ISBN 82-00-12718-4. Miljøstatus for norsk havbruk - Rapport 7:2003. Bellona. ( Umhvørviseftiransing av aliøkjum, Heilsufrøðiliga starvsstovan 2003 Havforskning: Fra merd til mat. Thomassen,M., ’gudding,R., Norberg,B. Jørgensen,L. (red). Norges forskningsrd (2006). ISBN 82-12-02277-3.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen