3491.06 - Havfrøði fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3491.06
Heiti
Havfrøði fyri lívfrøðingar
ECTS
6
Endamál
At geva eina breiða lýsing av orðingum, ið vanliga verða nýttar innan havfrøði og av nøkrum vanligum havfrøðiligum fyribrigdum, umframt eina almenna lýsing av havinum á heimaleiðanum og í verðinshøvunum.
Innihald
Alment: Havbotnurin, sjógvur, hiti, frystipunkt, saltinnihald, evnisvekt, termoklinar, haloklinar, skurðar, profilar og veðurlagsbroytingar. Aldur: Alduferð, aldulongd, alduhædd, frekvens, perioda, orka, tsunamies, ljóð og ljós í sjónum, refraktión og aldugerð og dissipatión. Rák: Coriolis, Ekmanrák, upprák, turbulens, vinddrivið og termohalint rák í verðinshøvunum, høvuðsstreymarnir í verðinshøvunum, streymar og vatnmassar á Føroya leiðunum. Sjóvarfall: Jarðar-mána-sól skipanin, sjóvarfalskraft, amfidromi, sjóvarfalskort, residual streym, og sjóvarfall kring jarðarknøttin og serliga kring Føroyar. Firðir: Estuarint rák, útskiftingartíð, lagdeiling, blanding, útskifting. Landgrunnur: Streymur, residual, blanding og frontar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Ongi hjálpiamboð ella bøkur eru loyvd annað enn roknimaskinu
Lestrarlisti
Havið by Bogi Hansen, Føroya Skúlabókagrunnur, 2000 Seawater, Open University, 2nd edition
Ábyrgd
Knud Simonsen