3601.07 - Formidling


Skeiðsnummar
3601.07
Heiti
Formidling
ECTS
3
Endamál
Í nútíðar samfelagnum hevur formidling ein størri og størri týdning í okkara gerandisdegi. Í dag er ein vaksandi tørvur hjá vísindafólki at kunna onnur um síni úrslit, bæði í skrift og talu. Ikki bert starvsfelagar, men eisini tvørtur um fakmørk og til almenningin. Tað er eisini týdningarmikið, at stovnurin, har tú arbeiðir, kunnar almenningin um hvat fyriferst: Hvørjar kanningar, ið gjørdar verða, og ikki minst, um úrslitini frá kanningunum. Endamálið við seiðinum er at læra næmingarnar tey grundleggjandi tingini um formidling og samskifti. Við støði í almennari teori um formidling og við venjingum lærir studenturin, hvussu hann á ein fangandi og áhugaverdan hátt ber síni úrslit fram fyri ymiskum móttakarum, í skrift og talu. Dentur verður serliga lagdur á tann meiri populervísindaliga partin, men lært verður eisini, hvussu tú skrivar eina vísindaliga grein.
Innihald
Samskifti, náttúruvísindaliga verðin og "hin verðin", avsendari - hvør er móttakarin?, stórir formidlarar. at leggja fram. fjølmiðlar sum boðberar. hvussu skrivar tú eina vísindaliga grein.
Læru- og undirvísingarhættir
Tilsamans 30 tímar, býtt millum fyrilestrar og venjingar.
Próvtøkuháttur
Út frá einum sjálvvaldum evni verður skrivað ein populervísindalig grein, sum seinri skal prentast í einum av føroysku dagbløðunum. Skeiðið er staðið, tá greinin er almannakunngjørd. Døming staðið/ikki staðið.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen