3731.07 - Almenn vistfrøði


Skeiðsnummar
3731.07
Heiti
Almenn vistfrøði
ECTS
6
Endamál
At geva studentum eina grundleggjandi vitan um nútíðar vistfrøðiligar meginreglur, við dømum, sum fyrst og fremst taka útgangsstøði í økinum í Norður Atlantshavi.
Innihald
Abiotiskir faktorar: Sambandið millum veðurlag og vøkstur, eitt nú mikroklima, primer framleiðsla og evapotranspiratíon, primer og sekunder successión, vistskipanir. Fysiologisk vistfrøði: Optimum og toleransa, evnaskifti og rørsluenergikkur, vatnjavnvág. Fysiologisk vistfrøði: Aldursbýti, reproduktiónsratur, populatiónsvøkstur og regulering, tættleikabundið og tættóleikabund, populatiónsyklus, territorialitetur. Sambandið í millum populatiónur: ímillum og sínamillum kapping parasitisma og symbiosa. Vistfrøðiligar nissjur: n-dimentionell nissju modell, nissju umskaring og nissju kapping, spesialiserin, ella generalisering, nissju evolutión. Vistskipanir: Føðiketur og føðinet, trolfiskt støði, orku-, tal- og biomassa pyramidur, orkustreymur og vistfrøðilig orkulæra, individ og artmetting, artsfjølbroytni, stabilitetur. Biogeografi: Klassisk biogeografi, oyggjabiogeografi, oyggjar sum vistfrøðilig royndarøki, viðlíkahald av náttúruni.
Læru- og undirvísingarhættir
45 fyrilestrar 15 venjingartímar.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Próvtal verður eisini givið fyri inlatingaruppgávur. Miðal av hesum próvtølum telur 20 % av próvtøkuni. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Stilling,P.D. (2001): Ecology: Theories and applications. (4. ed.). Prentice Hall . ISBN 013091102x.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen