3755.04 - Evolutión


Skeiðsnummar
3755.04
Heiti
Evolutión
ECTS
3
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina fatan av tí søguligu evolutiónini og teimum mekanismum, sum hon verður drivin av.Tey undanfarnu skeiðini um dýr, plantur, arvalæru og vistfrøði hava tikið útgangsstøði í evolutiónini. Í hesum skeiðnum verður hugt meira teoretiskt at hesum viðurskiftunum.
Innihald
Fyrilestrarnir taka útgangsstøði í "fitness", tillaging og upprunanum til lívið. Tær evolutioneru kreftirnar sum virka á genið, organismuna og populatiónir verða gjøgnumgingnar umframt at útviklingurin av nýggjum artum og makroevolutiónin verða viðgjørd. At enda verður hugt at tí humanu og menturnarligu evolutiónuni og hvussu evolutiónsteroriin verður nýtt í lívfrøðini og á øðrum økjum.
Læru- og undirvísingarhættir
20 fyrilestrartímar & 10 venjingartímar.
Próvtøkuháttur
3 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Próvtal verður eisini givið fyri inlatingaruppgávur. Miðal av hesum próvtølum telur 20 % av próvtøkuni. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Evolusjon og økolog - en innføringi, Giske, J. og Jakobsen, P., 1999, 1.ed., 82-7674-483-4, Fagbokforlaget