3812.08 - Human fysiologi


Skeiðsnummar
3812.08
Heiti
Human fysiologi
ECTS
9
Endamál
Skeiðið skal veita teim lesandi eitt yvirlit yvir mannakroppin – hvussu hann er uppbygdur, og hvussu hann virkar á kyknu-, vevnaðar- og organniveau og eisini kunnleika til tær fysiologisku reguleringsmekanismurnar.
Innihald
Kunna geva eitt yvirlit yvir bygnaðir og funktiónir í teim ymsu organunum og organskipanunum. Kunna eyðmerkja vevna undir mikroskopi og gera eitt yvirlit yvir tey mest týdningarmiklu sløgini av kyknum og vevna. Kunna lýsa fysiologiskar reglutiónsmekanismur. Kenna høvuðsheitini í humanu embryologiini. Kunna loysa einklar uppgávur og/ella kunna greiða frá gongdini í eini fysiologiskari prosess (t.d. tekning í lærubók ella vísindaligari grein).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar í kyknulæru og vevnaðarlæru og í mikroskopiskari anatomi saman við venjingum og demonstratiónum, her eisini mikroskopering. Fyrilestrar og sýningar í anatomi og fysiologi. Loysa uppgávur í fysiologi.
Próvtøkuháttur
4 tímars skrivlig roynd. Ongi hjálpitól eru loyvd, tó er NVD telda loyvd sum skriviamboð. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Vander`s Human Physiology. The mechanism of body Function 10.ed., Widmaier, E.P.; Raff, H. and Strang, K.S, 10.ed 2006. Kompendium & øvelsesvejledning i histologi, G.N. Hansen & B.L. Hansen, ICA-Forlag, 1. udgave, 2. oplag 2000.
Ábyrgd
Dorete Bloch