3815.09 - BS Serritgerð, lívfrøði


Skeiðsnummar
3815.09
Heiti
BS Serritgerð, lívfrøði
ECTS
27
Endamál
At gera eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um innsavnan av tilfari, viðgerð og framløgu av úrslitum í eini skrivligari frágreiðing við hartil hoyrandi talvum og myndatilfari.
Innihald
Mál og samandráttur: Vegleiðarin, provdómarin og næmingurin finna í felag fram til, á hvørjum máli uppgávan skal skrivast. Fremst í uppgávuni skal vera ein samandráttur av úrslitunum í uppgávuni. Hesin samandrátturin skal skrivast á føroyskum, og skrivaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunna lesa hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A-4 síðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Uppgávan verður gjørd í einum tíðarskeiði, ið er 17 vikur, við einum innlatingardegi, sum er avtalaður frammanundan.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er samansett av skrivligari BSc ritgerð og munnligari framløgu av ritgerðini.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen