3821.06 - Plantubygnaður og navnagreining


Skeiðsnummar
3821.06
Heiti
Plantubygnaður og navnagreining
ECTS
6
Endamál
At geva teimum lesandi innlit í innara og ytra bygnaðin hjá hægri plantum, og geva teimum kunnleika um tey mest grundleggjandi frøðiorðini. Harumframt at geva teimum lesandi venjing í at nýta eina floru til navnagreing av hægri føroyskum plantur, umframt eisini at geva kunnleika til tey hugtøk, ið eru knýtt at navnagreiningini. Dentur verður lagdur á plantubygnað ið sermerkir ættirnar.
Innihald
Rót, leggur, blað, blóma og frukt.
Læru- og undirvísingarhættir
Tríggjar tímar fyrilestrar í tólv vikur - Tríggjar tímar starvstovuroyndir í seks vikur - Tveir tímar navnagreining hvønn dag í seks dagar
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka uttan hjálpiamboð í 4 tímar.
Lestrarlisti
Biology of plants, Raven, Evert & Eichhorn, 7. útgáva 1 Jóhansen, J. 2000. Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur .
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa