3831.07 - Plantuskipan


Skeiðsnummar
3831.07
Heiti
Plantuskipan
ECTS
6
Endamál
At geva teimum lesandi innlit í planturíkið á tann hátt, ið tað vanliga hevur verið uppbýtt, herundir: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir, mosar, leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar. Og at geva teimum kunnleika í taxonomiskum meginreglum.
Innihald
Klassifikatión og evolutión : Heterotrofi /autotrofi. Algur, soppar, uppruni hjá landplantum.
Læru- og undirvísingarhættir
45 tímar fyrilestrar og 15 tímars starvsstovuroyndir
Próvtøkuháttur
Tvær skrivligar próvtøkur, uttan hjálpiamboð. Fyrra próvtøkan umfatar: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir og mosar. Hendan liggur beint eftir lokna undirvísing í hesum partinum av fakinum. Hendan próvtøkan tekur 4 tímar. Seinra próvtøkan umfatar leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar og tekur 1 tíma. Eitt felags próvtal verður givið, hvør av hesum telur 50 %. Próvúrslitið er sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Planternes udvikling fra mosser til dækfrøede, S. Fredriksen, F. Rasmussen, I. Friis, Gads Forlag. ISBN 87-12-03038-4 De højere planters evolution og klassifikation, S. Fredriksen, F. Rasmussen og Ole Seberg, Gads Forlag. ISBN 87-12-03087-2 Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, seventh edition, Freeman and company Worth publisher.
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa