3871.08 - Fiskalívfrøði


Skeiðsnummar
3871.08
Heiti
Fiskalívfrøði
ECTS
6
Endamál
Et geva teimum lesandi eina grundleggjandi lívfrøðiliga vitan um høvuðsvinnuna í Føroyum - fiskivinnuna. Í hesum er lívfrøðin hjá teimum týningarmestu fiskasløgunum, veiðihættir og stovnsmetingar.
Innihald
Skeiðið er býtt sundur í 2 høvuðspartar; fiskavistfrøði og stovnsmetingar. Parturin um fiskavistfrøði fevnir um navnagreining, føði, útbreiðslu,vøkstur, nøring, livimátar, fiskasamfeløg og ávirkan á vistskipanina av fiskiskapi. Parturin um stovnsmetingar er alment um, hvussu stovnsmetingar verða gjørdar. Í hesum er innsavning av data, framleiðslumodellir, áseting av parametrum og smáfiskaúrtøka. Fyri at studentarnir skulu læra um stovnsmetingar til lítar, skulu teir sjálvir gera stovnsmetingar av einum fiskaslagi. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í givnum taltilfari. Arbeiðið verður dokumenterað í einari skrivligari frágreiðing, sum verður latin inn og er partur av próvtøkuni.
Læru- og undirvísingarhættir
45 fyrilestrar. Ein45 fyrilestrar. Út frá givnum taltilfari, at gera eina stovnsmeting. Leita eftir og finna fram vísindaligar greinar um týdningarmikil evni innan fiskalívfrøðina, sum síðani verða løgd fram. Eina viku við havrannsóknarskipia viku við havrannsóknarskipi.
Próvtøkuháttur
Góðkenning av framløgu. 3 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Innlating og munnlig próvtøka av skrivligari frágreiðing um stovnsmeting: Hendan telur 25 % av samlaðu próvtøkuni. Próvúrslit sambært 13-próvtaksstiganum.
Lestrarlisti
Marine Fisheries Ecology (2001):, Simon Jennings, Michel J. Kaiser, John D. Reynolds, Fiskaskipanin (2008): Eyðfinn Magnussen. Føroya Skúlabókagrunnur . pp. 41. Ecology of Teleost Fishes (1990): Wootton, R.J.