3891.08 - Aling


Skeiðsnummar
3891.08
Heiti
Aling
ECTS
6
Endamál
At geva ein grunnleggjandi breiða innføring um aling,- frá gýtingini til linda framleiðslu av matvøruni.
Innihald
Aliumhvørvið í føroyskum sjógvi, kynbótaarbeiði, smoltframleiðsla, aling á sjónum, fóður og fóðursamansetningar, fiskasjúkur, endurnýtsla av vatni, slátur, smittuvandar, flutning, alibúr, umhvørvisfyrilit og lóggáva.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og vitjanir á alivirkjum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka uttan fyrireikingartíð. Próvúrslit sambært 13- próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Havbruksforskning: Fra Merd og mat, Norges Forskningsråd, (ISBN 82-12-02277-3, ISBN 82-12-02278-1) - og egið tilfar, sum verður útflýggjað.