3083.11 - Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3083.11
Heiti
Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar
ECTS
7,5
Endamál
At geva stundentunum kunnleika um multivariatar hagfrøðiligar metodur av týdningi fyri náttúrugreinir og geva teimum innleiðing í nýtslu av hagfrøðiliga forritanarmálinum R.
Innihald
Faktoriel variansanalysa (ANOVA). Kontrastar. Kovariansanalysa (ANCOVA). Multipul og logistisk regressionsanalysa. Teljidata og lutfalsdata. Prinsipal komponentanalysa (PCA). Simuleringar. Grundevnini í forritanarmálinum R. Dataframes og hagfrøðilig modellering í R.
Læru- og undirvísingarhættir
35 fyrilestrar og 40 tíma venjingar og ráðgeving. Arbeitt verður við hesum kravdum avrikum: Tríggjar vikuinnlatingar og ein stóruppgáva, sum allar skulu verða latnar inn í seinasta lagi 5 dagar undan endaligu munnligu próvtøkuni.
Próvtøkuháttur
Dømingin byggir á hesar lutir við ásettum %-vektum: - tríggjar kravdar innlatingar ( 30% ) - ein kravd stóruppgáva ( 40% ) - endalig munnlig próvtøka ( 30% ) Galdandi próvtalastigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Statistics - An Introduction using R, M.J. Crawley, 2005 Wiley. - Introductory Biological Statistics, R.E. Hampton, J.E. Havel, 2005 Waveland Press. - Notes on statistics and R.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen