3302.10 - Náttúrulandafrøði


Skeiðsnummar
3302.10
Heiti
Náttúrulandafrøði
ECTS
7,5
Endamál
At lýsa grundleggjandi náttúrulandafrøðilig hugtøk og dynamiska samanspælið millum veðurlag, landslag og tilfar á landi og havbotni í sambandi við umhvørvisbroytingar við serligum atliti at Føroyum.
Innihald
Gongustjørnan Jørðin. Orkujavnvágin. Atmosfera og veðurløg. Tilfar og tilgongdir á jarðarskorpuni og innaní Jørðini. Vatn og vatnjavnvágin. Glerseting. Biogeografiskar tilgongdir, leysjørð og jarðartilfar. Jarðfrøði. Jarðvandar. Landsløg, veðurløg og náttúrutilgongdir í føroyska umhvørvinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar. Útferð í Føroyum og skriving av útferðarfrágreiðing.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøku við hjálpiamboðum, sum telur 75% av samlaðu próvtøkuni. Ein skrivlig uppgáva, sum telur 25% av samlaðu próvtøkuni. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
An Introduction to Physical Geography and the Environment. Joseph Holden. (2008) 2.ed. Publisher: Prentice Hall. Paperback: 762 pages. ISBN-13: 978-0131753044.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen