3513.08 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.08
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum amboðini til evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar av: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Kolhydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonans. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar og góðkenning av rapportum. Øll hjálparamboð eru loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, 5 ed., (2002), 0534395732, pp. 664
Ábyrgd
Hóraldur Joensen