3517.08 - Mikrolívfrøði og mikrobiel vistfrøði


Skeiðsnummar
3517.08
Heiti
Mikrolívfrøði og mikrobiel vistfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum kunnleika um prokaroytir, serliga við atliti til bakteriur, teirra taxonomi, lívfrøði og vistfrøði
Innihald
Struktur av prokaryotum og vira. Bakteriel taxonomi og identifikatión. Føðsluevni og kultur hjá mikroorganismum. Vakstrar mynstur og vistfrøði. Ídnað mikrobiologi. Sjúkuelvandi mikroverðir og áseting og epidemiologi. Vøkstur hjá mikroverðum, kontroll og antibiotika. Venjingar: Einfaldir dyrkingarhættir, identifikatión og metan um nøgdir av bakterium.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar. Kravt er, at hvør einstakur studentur hevur eina framløgu.
Próvtøkuháttur
Fýra tíma skrivlig próvtøka. Ongi hjálparamboð eru loyvd burtursæð frá roknimaskinu. NVD telda er tøk at skriva á. Galdandi próvtalsstigi verður brúktur.
Lestrarlisti
MT Madigan, JM Martinko, PV Dunlap, DP Clark: Brock - Biology of Microorganisms, 12th edition. Pearson Benjamin Cummings 2009, 1061 síður (ISBN-13: 978-0-13-232460-1; ISBN-10: 0-13-232460-1)
Ábyrgd
Eilif Gaard