3522.08 - Djórafysiologi og vevnaðarlæra


Skeiðsnummar
3522.08
Heiti
Djórafysiologi og vevnaðarlæra
ECTS
7,5
Endamál
At kunna studentarnar um grundreglur, tilgongdir og fysiologiskar skipanir hjá rygg- og ryggleysum djórum.
Innihald
Fysiologiskar prosessir frá kyknu til lívgøgn. Gjøgumgongd av fysiologiskum kervum sum: blóðrensl, andadráttur. Sýra-basa, jon- og gjøgnumseyru-javnvág. Orkukrav, orkubrúk og orkuútreiðslur í sambandi við umhvørvisligar avbjóðingar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar.
Próvtøkuháttur
Rapportir frá laboratoriuvenjingum (20%), skrivlig uppgáva um eitt sjálvvalt evni (30%), munnlig frammløga av uppgávuni (10%), skrivlig próvtøka við "multiple choice" uppgávum í eina tíma (40%)
Lestrarlisti
Eckert, Animal Physiology, Mechanisms and Adaptations. 5th ed edition. Høvundar: Randall, Burggren, French. Freeman Company.
Ábyrgd
Dorete Bloch