3525.08 - Plantubygnaður og virki


Skeiðsnummar
3525.08
Heiti
Plantubygnaður og virki
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum innlit í innara og ytra bygnaðin hjá hægri plantum, og geva teimum kunnleika um tey mest grundleggjandi frøðiorðini. Dentur verður lagdur á plantubygnað, ið sermerkir ættirnar. Harumframt eisini at geva teimum lesandi eina almenna kunning um tær mest grundleggjandi meginreglurnar innan plantulívvirkisfrøði.
Innihald
Rót, leggur, blað, blóma og frukt. Plantuhormonir, árin uttanifrá, mineralsk føðsluevni, upptøka av føðsluevnum. Fotosyntesa -búnaðarliga sæð. Fotosyntesa og respiratión - lívevnafrøðiliga sæð. Fotosyntesa og respiratión, vatn- og evnaflutningur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og starvsstovuroyndir.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Próvtøkuúrslitið sambært galdandi próvtalsstiga
Lestrarlisti
Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, 7th edition, Freeman and company, Worth publisher. Jóhansen, J. 2000. Fosaa, A.M. and Rasmussen, S. (eds.). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur.
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa