3542.08 - Jørðlívfrøði


Skeiðsnummar
3542.08
Heiti
Jørðlívfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At læra studentarnar at viðgera mold og lívfrøðiligu eindirnar harí
Innihald
Mold og strukturur • Føðsluevni og ringrásir • Samværi • Vistskipanir. Nomið verður við mold-strukturin, jarðfrøðiligu og evnafrøðiligu samansetingina av mold, føðsluevni og føðslujavnvágir, samspælið millum mold og planturøtur, og millum planturøtur og bakteriur og soppar. Serligur dentur verður lagdur á tær gagnligu samværurnar við planturøtur, so sum nitrogenfikserandi bakteriur og sopprót, men sjúkuelvandi smáverur, t.d. eplaspilla, verða eisini viðgjørdar. Harafturat verður umrøtt hvussu niðanjarðar vistskipanin verður ávirkað av biti, broyting í fukti og broyting í hita. Hetta eisini í sambandi við veðurlagsbroytingar. At enda verður stóra lívfrøðiliga fjølbroytnið niðanjarða og tess ávirkan á lívfrøðiliga fjølbroytnið omanjarða viðgjørt.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur og starvsstovuroyndir
Próvtøkuháttur
Ein stutt (1 tíma) multiple-choice próvtøka uttan hjálparamboð (telur 40%) umframt ein uppgáva, sum er grundað í starvsstovuroyndum (telur 60%). Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga
Lestrarlisti
Richard Bardgett. The Biology of Soil. A community and ecosystem approach. Oxford University Press. pp. 1-231 Smith, S.E., Read, D.J. 1997. Mycorrhizal Symbiosis. Second Edition. Academic Press, London, pp. s. 1-8, and pp. . 409-452 Smith, T.M. and Smith, R.L. 2009. Elements of Ecology. 7. Ed.Pearson, San Francisco, California, pp. 55-71
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa