3590.10 - Bachelor ritgerð - lívfrøði


Skeiðsnummar
3590.10
Heiti
Bachelor ritgerð - lívfrøði
ECTS
22,5
Endamál
At gera eitt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði, sum fevnir um innsavnan av tilfari, vísindaliga viðgerð og framløgu av úrslitum í eini skrivligari frágreiðing við hartil hoyrandi talvum og myndatilfari.
Innihald
Mál og samandráttur: Vegleiðarin, provdómarin og næmingurin finna í felag fram til, á hvørjum máli uppgávan skal skrivast. Fremst í uppgávuni skal vera ein samandráttur av úrslitunum í uppgávuni. Hesin samandrátturin skal skrivast á føroyskum og enskum, og skrivaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunnu lesa hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A-4 síðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Uppgávan verður gjørd í einum tíðarskeiði, ið er 14 vikur, við einum innlatingardegi, sum er avtalaður frammanundan.
Próvtøkuháttur
Innlating av frágreiðing og munnlig framløga av frágreiðingini. Dømingin verður gjørd við støði í galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Viðkomandi greinar og bókmentir, sum eru viðkomandi fyri ta valdu uppgávuna.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen