3861.10 - Havlívfrøði


Skeiðsnummar
3861.10
Heiti
Havlívfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir virknaðir og tillaðing hjá plantum og djórum í sjónum
Innihald
Tað fysiska og kemiska umhvørvið og hvussu verur í sjónum laga seg til broytingar í umhvørvinum, t.d. hita, salti, osmotiskum trysti, oksygeni og ljósi. Nøring, spjaðing og ferðing At liva í vesku Margfeldi og livihættir hjá botndjórum Prosessir á havbotninum Tarar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og kollokvium
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar, uttan hjálpitól. Tó eru NVD teldur tøkar sum skrivi- og rokniamboð. Próvtal verður eisini givin fyri innlatingarupppgávur og miðal av hesum próvtølum telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið.
Lestrarlisti
Marine Biology: Function, Biodiversity, Ecology. Jeffrey S. Levinton. Oxford University Press. 3th ed. 2011. Seaweeds. Biology, ecology, systematic and applications – with special references to the Swedish waters. Lund University Campus. Helsingborg. Útvalgdar greinir
Ábyrgd
Eilif Gaard