3083.13 - Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3083.13
Heiti
Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðandi hagfrøði (svarandi til 3-4 ECTS).
Endamál
At geva studentunum kunnleika um multivariatar hagfrøðiligar metodur av týdningi fyri náttúrugreinir og geva teimum innleiðing í nýtslu av hagfrøðiliga forritanarmálinum R.
Innihald
Faktoriel variansanalysa (ANOVA). Kovariansanalysa (ANCOVA). Multipul og logistisk regressionsanalysa. Teljidata og lutfalsdata. Prinsipal komponentanalysa (PCA). Hierarkisk clustering. Dendrogram. Grundevnini í forritanarmálinum R. Dataframes og hagfrøðilig modellering í R.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og samráð.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: • - kenna vanligar multivariatar hagfrøðiligar metodur og fortreytirnar fyri at brúka tær. - meta um, hvørjar hagfrøðiligar metodur kunnu koma upp á tal við einum ítøkiligum datasetti. • - brúka R til at fáa eitt datasett til høldar: lesa inn, rudda upp og skipa tað til hagfrøðiligar greiningar. • - seta upp R-kommandoir til at gera multivariatar hagfrøðiligar kanningar. • - tulka talvur og grafar, sum R prentar út, og gera relevantar niðurstøður.
Próvtøkuháttur
Dømingin byggir á hesar lutir við ásettum %-vektum: - tríggjar kravdar innlatingar ( 30% ) - ein kravd stóruppgáva ( 40% ) - endalig munnlig próvtøka ( 30% ) við framløgu og spurningum Til eina endurpróvtøku byggir dømingin á hesar lutir: - ein kravd stóruppgáva ( 60% ) - endalig munnlig próvtøka ( 40% ) við framløgu og spurningum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Introductory Statistics using R, P. Dalgaard, 2008 Springer. Introductory Biological Statistics, R.E. Hampton, J.E. Havel, 2005 Waveland Press. Notur í PCA, Clustering og R.
Ábyrgd
Petur Zachariassen