3402.09 - Almenn havfrøði


Skeiðsnummar
3402.09
Heiti
Almenn havfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina breiða lýsing av hugtøkum, ið vanliga verða nýtt innan havfrøði, og av nøkrum vanligum fyribrigdum í havinum umframt eina almenna lýsing av havinum á heimaleiðunum og í heimshøvunum. Skeiðið gevur eisini eitt stutt yvirlit yvir týðandi eginleikar og tilgongdir í luftini, veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar.
Innihald
Alment: Havbotnurin, sjógvur, hiti, frystipunkt, saltinnihald, evnisvekt, termoklinar, haloklinar, skurðar, profilar. Aldur: Alduferð, aldulongd, alduhædd, frekvensur, perioda, orka, tsunamis, ljóð og ljós í sjónum, refraktión og aldugerð og dissipatión. Rák: Coriolis, Ekmanrák, upprák, turbulensur, vinddrivið rák og termohalint rák í heimshøvunum, høvuðsstreymarnir í heimshøvunum, streymar og vatnmassar á Føroya leiðunum. Sjóvarfall: Jarðar-mána-sól skipanin, sjóvarfalskraft, amfidromi, sjóvarfalskort, residual streymur, og sjóvarfall kring jarðarknøttin og serliga kring Føroyar. Landgrunnur: Streymur, residual, blanding og frontar. Firðir: Estuarint rák, útskiftingartíð, lagdeiling, blanding, útskifting. Luftin: Samanseting, skipan, hiti, væta, skýggj, avfall, lufttrýst og vindur, veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Sum part av skeiðnum skulu næmingarnir taka lut í fjarðakanning við Magnusi Heinasyni og skriva frágreiðing um tað.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Ongi hjálparamboð ella bøkur eru loyvd, bert roknimaskina. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Próvtal verður givið soleiðis, at skrivliga próvtøkan telur 75% og uppgávum í undirvísingini telur 25%.
Lestrarlisti
Seawater, Open University, 2nd edition Havið, Bogi Hansen, Føroya Skúlabókagrunnur, 2000 Brot (Kap. 16-20) úr: Earth Science. Tarbuch and Lutgens.
Ábyrgd
Knud Simonsen