3513.11 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.11
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva teimum lesandi amboðini til evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Fysiskir og evnafrøðiligir eginleikar av: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Kolhydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonans. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Próvtøkuháttur
Ein 4 tímars roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Øll hjálpitól eru loyvd. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum og rapportum (25%).
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, 6 ed., (2007), ISBN 0-495-01203-3, pp. 640 Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen