3515.10 - Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3515.10
Heiti
Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar
ECTS
7,5
Endamál
At kunna studentarnar um grundleggjandi støddfrøði og hagfrøði og nýtslu av hesum greinum innan lívfrøði.
Innihald
Differentiering, nýtsla av differentiering. Óbestemt og bestemt integral. Logaritmu- og eksponentialfunktiónir. Nýtsla av integralum. Differential- og differenslíkningar við dømum úr lívfrøði. Matrisur. Hagfrøðilig grundhugtøk. Population, sýnistøka, viðgerð og framløga av data. Miðal- og spjaðingarmát. Grundleggjandi sannlíkindahugtøk og sannlíkindabýti. Normalbýti. Estimatión og konfidensinterval. Statistisk test. Tíddargreining. Korrelatión og einføld regressiónsgreining. Samanbera miðalmát. Venjingar við dømum úr lívfrøðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Venjing við hóskandi forriti.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálparamboð loyvd. Stóruppgávur. Galdandi próvtalastigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Mathematical models in biology – an introduction E.S. Allman & J.A.Rhopes, 2004. Introductory Biological Statistics, R.E. Hampton & J.E. Havel, second ed., 2006, Waveland.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen