3517.12 - Mikrobiologi og mikrobiel vistfrøði


Skeiðsnummar
3517.12
Heiti
Mikrobiologi og mikrobiel vistfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum kunnleika um prokaroytar, teirra taxonomi, lívfrøði, vistfrøði og týdning fyri fólk.
Innihald
Bakteriel taxonomi og identifikatión. Føðsluevni og kulturar hjá mikroorganismum. Vøkstur stýring av vøkstri hjá mikroverum. Mikrobiel vistfrøði. Mikrobiologi í matørðum og ídnaðinum heild. Sjúkuelvandi mikroverur og diagnostisering og epidemiologi. Venjingar: Dyrking og identifisering av mikroverum. Bakteriur og matur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar.
Próvtøkuháttur
Fýra tíma skrivlig próvtøka. Ongi hjálparamboð eru loyvd burtursæð frá roknimaskinu. NVD telda er tøk at skriva á. Galdandi próvtalsstigi verður brúktur.
Lestrarlisti
MT Madigan, JM Martinko, D Stahl, DP Clark: Brock - Biology of Microorganisms, 13th edition. Pearson Benjamin Cummings 2011, 1152 pages (ISBN-13: 978-0-321-64963-8; ISBN-10: 0-321-64963-X). Hand-outs.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen