3519.08 - Ryggleys dýr


Skeiðsnummar
3519.08
Heiti
Ryggleys dýr
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum grundleggjandi vitan til morfologi, anatomi, fylogeni hjá týðandi ryggleysum dýrum, og at geva kunnleika til navnagreining av hesum dýrum.
Innihald
Millum annað hesir stóru djórabólkar verða umrøddir: Einkyknað djór, Djórasvampar, Holdjór. Maðkar: Flatmaðkar, Iglur, Bendilormar, Rundormar. Liðormar: Sjóormar, Reyðmakar. Lindjór: Sniglar, Skeljadjór, Høgguslokkar. Liðdjór: Skordjór, Krabbadjór, Túsundbein, Spinnarar. Afturat hesum verður eisini farið ígjøgnum aðrar minni bólkar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, har djór úr teimum ymisku bólkunum verða dissekerað og navnagreinað.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga
Lestrarlisti
Invertebrate zoology - a functional evolutionary approach, Ruppert, Fox, Barnes, 2004, 7th ed. Ymiskar feltbøkur og lyklar. Different keys to animal determination.
Ábyrgd
Dorete Bloch