3524.08 - Margfeldi av plantum


Skeiðsnummar
3524.08
Heiti
Margfeldi av plantum
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum innlit í planturíkið á tann hátt, ið tað vanliga hevur verið uppbýtt, herundir: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir, mosar, leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar. Og at geva teimum kunnleika í taxonomiskum meginreglum. Harumframt at geva teimum lesandi venjing í at nýta eina floru til navnagreing av hægri føroyskum plantum, umframt eisini at geva teimum kunnleika til hugtøk, ið eru knýtt at navnagreiningini.
Innihald
Klassifikatión og evolutión: Heterotrofi /autotrofi. Algur, soppar, uppruni hjá landplantum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, navnagreining og starvsstovuroyndir.
Próvtøkuháttur
Tvær skrivligar próvtøkur í fýra tímar, uttan hjálparamboð. Fyrra próvtøkan umfatar: bakteriur, blágrønalgur, algur, soppar, skónir og mosar. Hendan liggur beint eftir lokna undirvísing í hesum partinum av skeiðnum. Seinra próvtøkan umfatar leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar og tekur ein tíma. Eitt felags próvtal verður givið, hvør av hesum telur 50%. Próvúrslitið er sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Planternes udvikling fra mosser til dækfrøede, S. Fredriksen, F. Rasmussen, I. Friis, Gads Forlag. ISBN:87-12-03947-0 De højere planters evolution og klassifikation, S. Fredriksen, F. Rasmussen og Ole Seberg, Gads Forlag. ISBN 87-12-03087-2 Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, 7th edition, Freeman and company, Worth publishers. Jóhansen, J. 2000. Fosaa, A.M. and Rasmussen, S. (eds.). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagr
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa