3525.10 - Plantubygnaður og virki


Skeiðsnummar
3525.10
Heiti
Plantubygnaður og virki
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum innlit í innara og ytra bygnaðin hjá hægri plantum, og geva teimum kunnleika um tey mest grundleggjandi frøðiorðini innan anatomi, morfologi, fysiologi. Dentur verður lagdur á plantubygnað, ið sermerkir ættirnar. Harumframt eisini at geva teimum lesandi eina almenna kunning um tær mest grundleggjandi meginreglurnar innan plantulívvirkisfrøði, plantufysiologi.
Innihald
Plantukyknan og vevnaðir. Rót, leggur, blað, blóma og frukt. Sekunderur vøkstur. Plantuhormonir. Ekstern ávirkan og plantuvøkstur. Mineralsk føðsluevni, upptøka og trot. Vatn- og evnaflutningur. Plantur og strongd, stressfysiologi. Fotosyntesa og respiratión - lívevnafrøðiliga sæð.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og starvsstovuroyndir.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Próvtøkuúrslitið sambært galdandi próvtalsstiga. Innlating av uppgávu, sum próvtal verður givið fyri. Hendan telur 20% av samlaðu próvtøkuni.
Lestrarlisti
Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, 7th edition, Freeman and company, Worth publisher. Føroysk Flora, Jóhansen, J. 2000. Fosaa, A.M. and Rasmussen, S. (eds.). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur. Morfologisk Botanik, Mikkelsen V. 2002, 4. útgáva
Ábyrgd
Sigga Rasmussen