3526.11 - Vistfrøði á landi


Skeiðsnummar
3526.11
Heiti
Vistfrøði á landi
ECTS
7,5
Endamál
At geva teimum lesandi kunnleika um samanspælið ímillum populatiónir í plantu- og dýrasamfeløgum á landi, herundir evni sum t.d. serkenni og samspæl í og ímillum populatónir og tann týðningin hetta hevur fyri bygnað, virki og dynamikkin í vistskipanini
Innihald
Mold, ljós, klima, populations samanseting og vøkstur, succession, lívshættir, útbreiðsla og margfeldi, rúmlig og trofisk, vøkstur og reproduction, skipan, kapping, plantu- og dýrasamfeløg, oyggjabiogeografi, oyggjar sum vistfrøðilig royndarøki og viðlíkahald av náttúruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka, fýra tímar. Ongi hjálparamboð ella bøkur kunnu havast við. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Próvtal verður givið soleiðis, at skrivliga próvtøkan telur 75% og uppgávur í undirvísingini telja 25%.
Lestrarlisti
Elements of Ecology (2008). Thomas M. Smith & Robert Leo Smith. 7 ed.736 pages. Benjamin Cummings. ISBN-13: 978-0321559579.
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa