3527.11 - Vistfrøði í vatni og havlívfrøði


Skeiðsnummar
3527.11
Heiti
Vistfrøði í vatni og havlívfrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir livandi verur í sjógvi, vøtnum, áum og lýsa vistfrøði teirra. Skeiðið lýsir pelagisk og bentisk viðurskifti, og víst verða dømi úr Føroyum. Høvuðsdentur verður lagdur á sjógvin.
Innihald
Pelagiska umhvørvið: Pelagiskar verur, vistfrøði, liviumstøður og abiotiska umhvørvi teirra. Gróður og ávirkan frá umhvørvinum. Útsjónd, tillaging og ávirkan millum plantuplankton, djóraplankton og hægri djór. Ringræsir av lívrunnum og ólívrunnum evnum, plantum og djórum. Sedimentering. Havbotnurin: Bentisk vistfrøði og viðurskifti í sedimentum. Bentisk flora og fauna, teirra virking og tillaðing til umhvørvið. Sínámillum ávirkan ímillum botndjór. Trofisk viðurskifti: Føðiketur og føðinet, sundirgreiningar í føðsluløg og flutningur av orku ígjøgnum føðsluløgini. Veðurlags- og mannaávirkan. Áir og vøtn: Djóralívið í áum og vøtnum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og kollokvium
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Tó eru NVD teldur tøkar sum skrivi- og rokniamboð. Próvtøl verða eisini givin fyri innlatingaruppgávur og miðal av hesum próvtølum telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Biological Oceanography: An Introduction. Carol Lalli and Timothy Parsons (1997), 2 edition. 320 pages. A Butterworth-Heinemann. ISBN-13: 978-0750633840. Basisbog i ferskvands økologi. Sand-Jensen,K., Iversen,T.M. & Lindegaard,C. (1995) 3. ed. G.E.C Gads Forlag. p. 62. ISBN: 87-12-02028-1. (Fæst kopierað á NVD). Ecology of five Faroese lakes: Summary and synthesis. Jeppesen, E., Christoffersen, K., Malmquist, H., Faafeng, B., & Hansson, L-A. 2002. Ann. Soc. Scient. Færoensis. Suppl. 36:126-139. (Fæst kopierað á NVD). Stofomsætning I havbunden. Tema-rapport frá DMU, 62 síður. PDF-fíla Plankton kompendium. Kopierað tilfar + annað kopierað tilfar
Ábyrgd
Høgni Hammershaimb Debes