3528.08 - Feltskeið: Vistfrøði í vatni og á landi


Skeiðsnummar
3528.08
Heiti
Feltskeið: Vistfrøði í vatni og á landi
ECTS
7,5
Fortreytir
Hesi skeiðini: 3526.08, 3524.08, 3519.08, 3520.08, 3527.08, 3512.08
Endamál
At læra hvussu lívfrøðiligt og evnafrøðiligt tilfar verður savnað í náttúruni, konserverað og vísindaliga kannað. At geva eina grundleggjandi vitan um útbreiðsluna hjá hesum dýrum og plantum og ávirkan frá faktorum í umhvørvinum, ið hava týdning fyri nøgd og útbreiðslu. At geva eina vistfrøðiliga fatan av náttúrini. At læra, hvussu frágreiðingar av tí innsavnaða verða gjørdar.
Innihald
Í vatni og sjógvi: Djórlívið í eini á. Kannað verður, hvussu tað broytist oman gjøgnum ánna og hvussu viðurskifti í umhvørvinum ávirka broytingarnar. Botndjór og –plantur í einum føroyskum firði verða innsavnað, navngreinað og kannað fyri nøgdir og útbreiðslu í mun til umhvørvið. Uppi í sjónum í einum føroyskum firði verða kanningar gjørdar av fysiskum parametrum, tøðevnum, oxygeni, gróðri, plantuplankton og djóraplankton. Ein heildarlýsing verður gjørd av plankton og parametrum í umhvørvinum, sum ávirka nøgdir, útbreiðslu, vøkstur og flutning. Á landi: Nógvir ymiskir møguleikar verða at velja ímillum, so altíð ber til at laga seg eftir veðrinum. Uppskot til ymiskar verklætlanir: 1. Greina djóra- og plantulívið í ymiskum hæddum og lokalitetum í Suðuroynni við trapp-fellum og plantukvadratum og samanbera úrslitini. 2. Gera ein fullfíggjaðan plantu-, fugla- og smákyktalista yvir økið. 3. Kanna fuglabølið norðanfyri støðina nágreiniliga. 5. Kanna veðurlagið niður í minstu lutir – hita, plantur og skordýr - á einum heyggi ímóti øllum ættum. 6. Útferð í Suðuroynni. 7. Útferð við báti úr Sumba til Famjin fyri at síggja hellukópar, fugla- og plantuvøksturin í fuglabjørgunum. 8. Døgnið runt hjá bjargafugli. 9. Kanna smákykt í moldini við Berlese-fellum. 10. Hyggja eftir firvaldum. 11. Hyggja eftir hvussu nógv sløg av reyðmaðki finnast, og hvar tey liva. 12. Um grind kemur, fara vit í grind 13. Máta vøkstur og hita á fuglatúgvum
Læru- og undirvísingarhættir
Venjingar og skriva frágreiðingar
Próvtøkuháttur
Góðkenning av frágreiðingum. Staðið/ikki staðið.
Ábyrgd
Dorete Bloch