3590.13 - Bachelor ritgerð - lívfrøði


Skeiðsnummar
3590.13
Heiti
Bachelor ritgerð - lívfrøði
ECTS
22,5
Fortreytir
Staðið øll skeið
Endamál
At gera eitt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði, sum fevnir um innsavnan av tilfari, vísindaliga viðgerð og framløgu av úrslitum í eini skrivligari frágreiðing við hartil hoyrandi talvum og myndatilfari.
Innihald
Mál og samandráttur: Vegleiðarin, provdómarin og næmingurin finna í felag fram til, á hvørjum máli uppgávan skal skrivast. Fremst í uppgávuni skal vera ein samandráttur av úrslitunum í uppgávuni. Hesin samandrátturin skal skrivast á føroyskum og enskum, og skrivaður soleiðis, at onnur enn fakfólk eisini kunnu lesa hann. Samandrátturin skal í mesta lagi fylla hálva A-4 síðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Uppgávan verður gjørd í einum tíðarskeiði, ið er 14 vikur, við einum innlatingardegi, sum er avtalaður frammanundan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal studenturin duga at: 1. Nýta sín vísindaliga lærdóm og royndir í einum vísindaligum høpi. 2. Arbeiða við eini granskingarverkætlan undir vegleiðing. 3. Skipa egið arbeiði og arbeiðstíð í samstarvi við vegleiðaran. 4. Greina lívfrøðiligar viðurskifti og vísa á, hvussu hesi kunna bítast sundur í smærri eindir, sum hvør í sínum lagi kunna loysast teoretiskt ella praktiskt. Við øðrum orðum; studenturin skal vera førur fyri at seta fram hypotesur og eftirkanna tær, antin teoretisket ella við at gera royndir. 5. Sjálvur at finna fram og tulka upplýsingar, sum eru av týdningi fyri svarið. 6. Krittiskt at meta um og greina upplýsingar og seta hesar inn í enn hóskandi samanhang. 7. Orða viðmerkingar, argumentir og sakligan kritikk, bæði av egnum arbeiði og av arbeiðinum hjá øðrum. 8. Skriva eina vísindaliga ritgerð við einum hóskandi vísindaligum málburði. 9. Nýta vísindaligar heimildir á ein nøktandi hátt. 10. Skina í millum fakta, tulking, sanføring og uppspuna. 11. Leggja egin og onnur vísindalig úrslit fram á ein nøktandi hátt. 12. Nýta haggfrøði at viðgera data og koma við niðurstøðum, ið byggja á hesa viðgerina
Próvtøkuháttur
Innlating av frágreiðing og munnlig framløga av frágreiðingini. Dømingin verður gjørd við støði í galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Papers and literature which is relevant for the respective thesis
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen