3512.12 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.12
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði ella stødd- og alisfrøði á B-stigi, evnafrøði á C-stigi og lívfrøði á A-stigi
Endamál
At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Ólívrunnin evnafrøði
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o nýta nomnan kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o røða um og skilja millum ymsar krystallstrukturar o meistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o siga nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o loysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o nágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o loysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum
Próvtøkuháttur
Ein 4 tíma roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Øll hjálpitól eru loyvd. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað) Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen