3518.13 - Kyknulæra


Skeiðsnummar
3518.13
Heiti
Kyknulæra
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Lesandi, ið eru innskrivað á bachelorútbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanliga lestrarleistinum ella B) Stakgreinalesandi. Hesi skulu hava nøktandi grundvitan um almenna evnafrøði, lívrunna evnafrøði og lívevnafrøði, t.d.: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
Skeiðið veitir tí lesandi vitan um kyknubygnað og -funksjónir, kyknugøgn, kyknuvøkstur og -ringrás, og hvussu kyknur og mýl ávirka hvørt annað.
Innihald
Bygnaður og funksjónir kyknugagnanna. Funksjónir hjá DNA, RNA og proteinum. Ílegu-expression. Innankyknuflutningur. Samskifti millum og innan kyknur: hormon, vakstrarfaktorar, signaltransduktión. Genom. Kyknuringrás og -býting. Evolution. Vevnaðarskipan. Rótkyknur. Krabbamein. Starvsstovusýnisroyndir av kyknudyrkan og starvsstovuvenjingar, ið vísa kyknutilgongdir og ávísar granskingarhættir innan kyknulæru, harímillum ljóssjóneyku og epifluorglógvandi sjóneyku.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Loysa uppgávur (nakrar av venjingunum eru kravdar innlatingar). Studentaframløgur. Starvsstovusýningar og -venjingar (kravdar).
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studentur førur fyri at: 1. Geva gjølliga lýsing av bygnaðunum hjá eukaryotiskum kyknum og teirra mest týðandi kyknugøgnum. 2. Lýsa og hugleiða um týdningarmestu funksjónirnar hjá mest umráðandi kyknugøgnunum. 3. Lýsa stýring av proteinum, kromatinbygnaði og ílegu-expressión. 4. Geva nágreiniliga lýsing av kyknuskrokki og pørtum hansara. 5. Geva eitt grundleggjandi yvirlit yvir hættir, ið verða nýttir at greina ílegur og genom. 6. Lýsa royndarhættir og -tól at kanna kyknuskrokk, nøkur hinnugird kyknugøgn og ferðingarleiðir teirra, harímillum ástøðiliga grundarlagið undir háttunum (til dømis fluorglógvan og andevni). 7. Útinna einfaldar royndir, ið kasta ljós á kyknuskrokk, kyknugøgn og ferðingarleiðir teirra. 8. Kanna og hugleiða um evolutión av ílegum og genomum á byrjanarstøði. 9. Kanna og greiða frá bygnaðum, funksjónum og staklutum hjá kyknuhinnum, harímillum ferðing hjá mýlum og jónum og týdningin av hesari ferðing, tá tað kemur til kyknuhomøostasu og signalering millum nervakyknur. 10. Lýsa og bólka signaleringsleiðir millum kyknur, harímillum hvussu ein stimulansur ferðast tvørtur um kyknuhinnur og breiðir seg til sín effektor, hvørt hetta er ein kveiki ella ein ella fleiri ílegur. 11. Lýsa og greiða frá øllum stigum av sundurbýtingarringrásini hjá eini kyknu, harímillum vakstrarbýting; veita eitt grundleggjandi yvirlit av skipandi mekanismunum í ringrásini og mekanismunum handan skipaðan kyknudeyða. 12. Lýsa tvey høvuðssløg av vevnaði (bindivevnað og yvirflatuvevnað), hugtakið kyknusamfeløg og skipan teirra (t.d. samskifti og samvøkstur millum kyknur) og vísa, hvussu rótkyknur varðveita og endurnýggja vevnað. 13. Munarbera krabbakyknur og vanligar kyknur og vísa, hvussu krabbakyknur bera seg at, og hvussu tær víkja frá reglunum hjá vanliga kyknusamfelagnum. 14. Sambinda og samanseta vitan ymsastaðni frá hesari lestrarætlan. 15. Sambinda og samanseta vitan frá hesari lestrarætlan og lestrarætlanum frá undanfarnum skeiðum, serliga í lívevnafrøði.
Próvtøkuháttur
Ein samanseting av 1) góðkendum kravdum venjingum og starvsstovufrágreiðingum og 2) einari skrivligari roynd, ið er próvdømd. 1) Kravdu venjingarnar og starvsstovufrágreiðingarnar skulu verða latnar inn fyri ásetta tíðarfreist. Lærarin skal góðkenna svarini og frágreiðingarnar, men ikki geva metingartal. 2) Skrivlig roynd í fýra tímar. Eingin hjálpitól eru loyvd uttan roknimaskina. NVD telda verður veitt til skriving.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Alberts et al. Essential Cell Biology 3 ed. Garland Science 2009, ISBN 978-0-8153-4130-7, 731 síður.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen