3519.12 - Ryggleys dýr


Skeiðsnummar
3519.12
Heiti
Ryggleys dýr
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevst miðnámsprógv
Endamál
At geva studentunum eina grundleggjandi fatan av margfeldinum hjá ryggleysum dýrum og vitan um, hvussu dýrini út frá einum skap/virki-sjónarmiði verða flokkað og skipað í ættartalvur eftir kladiskiskari fylogeni, grundað á ontogeni, morfologi, anatomi og navngeving í fylogenetiskum høpi.
Innihald
Øll tey 35 fylkini, sum animalia fevnir um verða gjógnumgingið, uttan tann parturin av fylkinum ‘ryggstreingjadýr’ (kordata), sum fevnir um ryggdýr (vertebrata). Harumframt verður tann parturin av ‘Frumverum’ (Protista), sum kallast ‘protozoa’ (frumdjór) viðgjørdur. Fylkini verða sett í størri fylogenetiskar bólkar: Diploblastar, sum eru tey basalu fylkini, og tey triploblastisku fylkini, sum eru deuterostomar og protostomar. Protostomar verða býttir í tveir høvuðsbólkar: Ecdysozoa og lophotrochozoa.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, har djór úr teimum ymisku bólkunum verða dissikerað og navnagreinað.
Læruúrtøka
Eftir skeiðið skal studenturin duga at: • Identifisera týðandi morfologiskar eginleikar hjá djórabólkum. • Nýta frøðiheiti og hugtøk innan djórafrøði. • Greiða frá teimum yvirskipaðu grundreglunum, sum eru galdandi fyri lívfrøðiligari flokkan, skipan og navnagreining. • Greiða frá eginleikunum hjá teimum mest týðandi djórabólkunum og hvussu hesir djórabólkar verða bólkaðir fylogenetiskt. • Við dissektión og skilagóðari nýtslu av luppi og mikroskopi, at finna fram til og lýsa teir týdningarmestu eginleikarnar hjá útvaldum djórabólkum. • Lýsa og greiða frá hvussu ymiskir eginleikar eru tillagaðir liviumstøðunum. • Lýsa ringrásina hjá útvaldum djórabólkum. • Sameina eygleiðingar við teoriina, sum er gjøgnumgingin á skeiðinum. • Geva dømir um, hvussu kunnleiki um djórafrøði kann nýtast á øðrum fakøkjum og í samfelagnum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Tó er NVD-telda loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Invertebrate zoology - a functional evolutionary approach, Ruppert, Fox, Barnes, 2004, 7th ed. Ymiskar feltbøkur og lyklar.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen