3520.13 - Ryggdýr


Skeiðsnummar
3520.13
Heiti
Ryggdýr
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevst fakið “Ryggleys dýr”
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi vitan um morfologi, anatomi og embryologi hjá deutrostomum í einum fylogenetiskum høpi.
Innihald
Tey deutrostomu fylkini (Echinodermata, Hemichordata og Chordata) verða lýst út frá einum morfologiskum og fylogenetiskum sjónarmiði. Fylkið Chordata fevnir um undirfylkini: Cephalochordata, Urochordata og Vertebrata, við flokkunum: rundmunnar, bróskfiskur, beinfiskar, froskar, skriðdjór, fuglar og súgdjór.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, har dýr úr teimum ymisku bólkunum verða dissikerað og navnagreinað.
Læruúrtøka
Eftir skeiðið skal studenturin duga at: • Lýsa og samanbera bygnað, embryology og lívfrøði hjá deutrostomunum. • Greiða frá eginleikunum hjá deutrostomunum og hvussu teir verða bólkaðir fylogenetiskt. • Skilja sambandið millum skap og virki. • Lýsa og greiða frá hvussu ymiskir eginleikar eru tillagaðir liviumstøðunum. • Í høvuðsheitum at lýsa evulutiónuna hjá núlivandi og útdeyðum deutrostomum..
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Tó er NVD-telda loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Invertebrate zoology - a functional evolutionary approach, Ruppert, Fox, Barnes, 2004, 7th ed. Jørgen Mørup Jørgensen: Hvirveldyr. Gyldendal. 2009. Jørgen Mørup Jørgensen: Øvelsesvejledningher til Chordatzoologi Karl Georg Wingstrand: Tavler til Chordatzoologi.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen