3540.14 - Eiturvistfrøði og dálking


Skeiðsnummar
3540.14
Heiti
Eiturvistfrøði og dálking
ECTS
7,5
Fortreytir
Ongar
Endamál
At geva innlit í mannaskapta dálking og hvørji árin, sum kunnu standast av hesum á ymiskum verum í vistskipanini
Innihald
Ymisk dálkingarevni sum DDT, PCB, dioxin, PAH, tungmetall, tributyl tin og geislavirkin evni verða lýst við keldum, transportvegi í náttúruni, upptøku í organismuni, metabolismu og útskiljing. Umhvørvisárin verða lýst, sum t.d. fyri súrum regni, yvirtaðing og hormonhermandi evnum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og lestur av týðandi greinum
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, hevur studenturin fingið innlit í m.a. Lívrunnin og ólívrunnin dálkingarevni, teirra transportvegir í náttúruni, og árin á livandi verur.
Próvtøkuháttur
4 tíma Skrivlig roynd uttan hjálpiamboð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Poul Bjerregaard 2013:”Økotoksikologi” 5. udg. 247 pp, umframt annað tilfar sum verður greitt nærri frá tá, skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Eilif Gaard