3541.15 - Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
Skeiðsnummar
3541.15
Heiti
Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
ECTS
7,5
Fortreytir
B. Sc. í lívfrøði fram til 6. semestur
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eitt yvirlit yvir veðurlagsskipanina og tað árin, sum menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar fara at hava á plantur og djór í vistskipanum á sjógvi og landi.
Innihald
Teir týdningarmestu partarnir av veðurlagsskipanini og sambondini teirra millum verða viðgjørd umframt menniskjaárin á broytandi veðurlag.
Árinið av broyttum veðurlagi á sløg, búfjøldir, samfeløg og vistskipanir.
Fenologiskar broytingar, migration og tillagingar
Fysiologi og “behavioral response” hjá sløgum
Demografi. Kappingarevni hjá sløgum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar grundaðir á lestrarlista, gjøgnumgongd av vísindaligum greinum, uppgávuinnlating og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi kunna:
Skilja og leggja fram úrslit frá vísindaligum greinum
Skilja veðurlagsskipanina
Hava innlit í høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á plantur og djór
Duga at skilja, á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar vakstrarbeltir, broytir samanseting av plantu- og djórasamfeløgum og kappingarevni millum sløg
Hava innlit í fenologiskar broytingar hjá plantu- og djórasløgum, migration og tillagingar.
Próvtøkuháttur
Studentarnir lata inn tríggjar samandráttir og leggja teir fram innan evnini: 1) veðurlag og broytingar, 2) árin á marinar vistskipanir, 3) árin á terrestriskar vistskipanir. Hesi eru grundað á vísindaligar greinar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentir:
Bogi Hansen, 2011: Veðurlagsbroytingar, Nám.
Brot úr
IPCC-2014 Climate Change 2014: the Fifth Assessment Report of the Intergovernmental Panel on Climate Change
Vísindaligar ritgerðir
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa