3813.14 - Humanfysiologi


Skeiðsnummar
3813.14
Heiti
Humanfysiologi
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevst fakið “Líevnafrøði”
Endamál
Skeiðið skal veita teim lesandi eitt yvirlit yvir mannakroppin – hvussu hann er bygdur og hvussu hann virkar á kyknu-, vevnaðar- og organniveau og geva teimum kesandi kunnleika um tær fysiologisku reguleringsmekanismurnar, ið stýra kroppinum.
Innihald
Yvirlit yvir bygnaðir og funktiónir í teim ymsu organunum og organskipanunum. Lýsa fysiologiskar reguleringsmekanismur. Loysa einklar uppgávur og/ella kunna greiða frá gongdini í eini fysiologiskari prosess (t.d. tekning í lærubók ella vísindaligari grein).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar
Læruúrtøka
Eftir skeiðið, skal studenturin duga at: • Greiða frá gøgnunum í kroppinum; hvar tey eru, bygnaði og hvussu tey virka. • Lýsa mekanismurnar, sum regulera fysiologiskar prosessir hjá kyknum, organum og kroppinum sum heild og hvussu hesar prosessurnar ávirka hvørja aðra. • Gera einfaldar útrokningar við støði í tølum frá fysiologiskum mátingum. • Nýta grundleggjandi fysiologiska vitan at meta um gerandisstøður, eitt nú rørslur, menningarstøði, sjúkur og týdninginum av matinum, sum vit eta.
Próvtøkuháttur
4 tímars skrivlig roynd. Ongi hjálpiamboð eru loyvd, tó er NVD telda tøk sum skriviamboð. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Vander's Human Physiology: The Mechanisms of Body Function. Eric P. Widmaier, Hershel Raff, Kevin T. Strang. (2010) 12 edition. McGraw-Hill Higher Education. ISBN-13: 978-0077131579.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen