3861.14 - Havlívfrøði


Skeiðsnummar
3861.14
Heiti
Havlívfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Vistfrøði í Vatni
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir virknaðir og tillaðing hjá plantum og djórum í sjónum
Innihald
Tað fysiska og kemiska umhvørvið og hvussu verur í sjónum laga seg til broytingar í umhvørvinum, t.d. hita, salti, osmotiskum trysti, oksygeni og ljósi. Nøring, spjaðing og ferðing. At liva í vesku. Margfeldi og livihættir hjá botndjórum. Ávirkanir av klimabroytingum á verur í sjónum. Prosessir á havbotninum. Tarar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppávur og kollokvium
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, hevur studenturin fingið innlit í strategiir, ið havdjór og –plantur brúka fyri at klára seg sum best í tí umhvørvi, tey liva í, m.a. við at: - Optimera livilíkindini í skiftandi fyskiskum, kemiskum og lívfrøðiligum umhvørvi. - Spjaða og optimera livilíkindini hjá avkomi sínum. - Minimera predatión. - Optimera yvirlivilsi og upptak av føði.
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Marine Biology: Function, Biodiversity, Ecology. Jeffrey S. Levinton. Oxford University Press. 4th ed. 2013. Seaweeds. Biology, ecology, systematic and applications – with special references to the Swedish waters. Lund University Campus. Helsingborg. Útvaldar greinir.
Ábyrgd
Petur Steingrund