3532.14 - Lívfrøði I, “Lívsins træ”
Skeiðsnummar
3532.14
Heiti
Lívfrøði I, “Lívsins træ”
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám
Endamál
At geva teimum lesandi eina fylogenetiska ferð
gjøgnum “lívsins træ” við hartil hoyrandi kunnleika
um taxonomiskar reglur og navnageving. Aftaná
eina stutta lýsing av teimum 3 domeninum, verður
farið gjøllari inn í tey 4 ríkini, sum eukaryotarnir
fevna um. Byrjað verður við frumverunum (1. ríkið:
Protista), og lýst verður, hvussu tær fleirkyknaðu
verurnar greina seg út frá teimum – fyrst algurnar,
har partur av grønalgunum gera, at hildið verður
fram inn í planturíkið (2. ríkið: Plantae), sum fevnir
um mosar, leggstreingjagróplantur, berfræingar og
hulfræingar. Í tí sambandinum fáa tey lesandi
venjing í at nýta floru til greining av hægri
føroyskum plantum. Í 3. ríkinum (Fungi) verða
soppar og skónir lýstar. 4. ríkið fevnir um tey
fleirkyknaðu dýrini (Animalia, greinað í 35 fylki),
sum verða lýst eftir kladiskisku heitunum: Metazoa
og Eumetazoa, sum byrjar við teimum diploblastisku
fylkjunum og síðan triploblastarnir ella tey
bilateralu fylkini, sum greina seg í deuterostomar,
ecdysozoar og lophotrochozoar. Skipanin verður
lýst við at nýta frumløgini, kroppholur, skap/virkiheitið,
RNA/DNA-kanningar o.a. sum grund undir
menningini. Tey lesandi fáa venjing í at nýta
greiningarlyklar til greining av føroyskum
djórabólkum.
Innihald
1., 2., 3. og 4. ríki: Flokkan, skipan og
fylogeni/evolutión. Einkyknaðar protistar.
Heterotrofi/autotrofi. Algur/tari. Uppruni hjá
landplantum, soppum og djórum. Plantur, soppar,
skónir, ryggleys djór og ryggdjór. Føroysk flora og
fauna.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, uppgávur, navnageving, náttúru- /starvs-stovuroyndir, dissektión, savns- /stovnsvitjanir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi
kunna:
kenna tey 3 domenini
hava innlit í protistríkið – herundir algur/tari
hava innlit í planturíkið – herundir mosar,
leggstreingjagróplantur, berfræðingar og
hulfræðingar
duga at skilja hægri plantur í ættir
nýta eina floru til navnageving av plantum
hava innlit í sopparíkið – soppar, mykorrhiza og
skónir
hava innlit í djóraríkið – herundir ryggleys djór og
ryggdjór
kenna tey 35 fylkini og duga at seta tey í eina
fylogenetiska ættartalvu eftir ávísum
ættarbrøgdum/eyðkennum
duga at skilja 12 av fylkjunum í flokkar
kenna og navngeva tey vanligu djórini í Føroyum
nýta lyklar til greining av skordýrum og fiskum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven
A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B.
Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global
Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Jóhansen, J. 2000. Fosaa, A.M. and Rasmussen,
S. (eds.). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur
ISBN: 978-99918-0-058-5
Supplerandi lestnaður:
Planternes udvikling fra mosser til dækfrøede, S.
Fredriksen, F. Rasmussen, I. Friis, Gads Forlag.
ISBN:87-12-03947-0
De højere planters evolution og klassifikation, S.
Fredriksen, F. Rasmussen og Ole Seberg, Gads
Forlag. ISBN 87-12-03087-2
Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, 8th
edition, Freeman and company, Worth publishers.
ISBN 13:978-4292-1961-7.
Kompendium 1: “Almen evni til fylogeni hjá
animalum”
Kompendium 2: “Talvur: Útsjónd, bygnaður,
morphologi, anatomi hjá invertebratum +
greiningarlykil til skordýr”. (At nýta til dissektión og
navngeving)
Kompendium 3. “Øvelsesvejledninger til
Chordatzoologi” + Tavler + “Grisk og latínsk
frøðiorð”
Kompendium 4: “Greining av fiskum” +
greiningarlykil
(Kompendiini eru gjørd og savnað til invertebrat- og
vertebratskeiðini á Fróðskaparsetur Føroya í 2012-
2013 av Gunvør Hoydal og verða tillagað til
komandi skeið 2014-2015).
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa