3541.16 - Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
Skeiðsnummar
3541.16
Heiti
Veðurlagsbroytingar og árin á plantur og djór
ECTS
7,5
Fortreytir
B. Sc. í lívfrøði fram til 6. semestur
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eitt yvirlit yvir veðurlagsskipanina og tey árin, sum menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar fara at hava á plantur og djór í vistskipanum á sjógvi og landi.
Innihald
Teir týdningarmestu partarnir av veðurlagsskipanini og sambondini teirra millum verða viðgjørd umframt menniskjaárin á broytandi veðurlag.
Árin av broyttum veðurlagi á sløg, búfjøldir, samfeløg og vistskipanir.
Fenologiskar broytingar, migratión og tillagingar
Fysiologi og “behavioral response” hjá djóra- og plantusløgum
Demografi. Kappingarevni hjá sløgum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar grundaðir á lestrarlista, gjøgnumgongd av vísindaligum greinum og studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, megnar studenturin at:
- Greiða og leggja fram úrslit frá vísindaligum greinum.
- Útgreina veðurlagsskipanina.
- Nágreina høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á terrestriskar plantur.
- Nágreina høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á terrestrisk djór.
- Nágreina høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á marinar plantur.
- Nágreina høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á marin djór.
- Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar vakstrarbeltir.
- Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av plantusamfeløgum.
- Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av djórasamfeløgum.
- Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum plantu sløg.
- Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum djóra sløg.
- Røða um hvørjar møguleikar plantu- og djórasamfeløg hava í samband við veðurlagsbroytingar.
- Lýsa og greiða frá hvat fenology er og hvønn týdning tað hevur fyri pakntur og djór.
- Røða um fenologiskar broytingar hjá plantu- og djórasløgum orsaka av veðurlagsbroytingum.
- Røða um hvørja ávirkan ein broyting í fenologi hevur á migration og tillagingar.
Próvtøkuháttur
Studentarnir leggja fram innan evnini: 1) árin á marinar vistskipanir, 2) árin á terrestriskar vistskipanir. Hesi eru grundað á vísindaligar greinar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentir:
Bogi Hansen, 2011: Veðurlagsbroytingar, Nám.
Brot úr
IPCC-2014 Climate Change 2014: the Fifth Assessment Report of the Intergovernmental Panel on Climate Change
Vísindaligar ritgerðir
Ábyrgd
Jóhannis Danielsen