3514.23 - Lívevnafrøði


Skeiðsnummar
3514.23
Heiti
Lívevnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði og mýlalívsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í almennari og lívrunnari evnafrøði, svarandi til: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði.
Endamál
At veita studentunum vitan um: lívfrøðilig mýl (strukturar, funktiónir og virkishættir), grundleggjandi metaboliskar reaktiónsleiðir og grundarlagið undir mýlskari lívfrøði, eins og greiða fatan av lívevnafrøði í lívverum.
Innihald
Lívfrøðilig mýl og bindingar; pH; vatnloysandi og vatnskýggjandi eginleikar; thermodynamikkur (frí orka, enthalpi, entropi); proteinir og proteinstrukturar ; lipidir og membranar; carbohydratir; nukleinsýrur og strukturar teirra; coenzymir; enzymir; enzymkinetikkur og inhibering; glycolysa og gluconeogenesa; ß-oxidatíon og fitisýrusynthesa; citrónsýrucyklus; elektróntransportketan og oxidativ fosforylering; DNA replikatión; transkriptión; proteinsynthesa. Starvsstovuvenjingar: Enzymkinetikkur og PCR (polymerase chain reaction). Smáar sýnisroyndir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Starvsstovuvenjingar (møtiskylda) og innlating og framløga av starvsstovufrásagnum (skulu latast inn, leggjast fram og góðkennast).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: • Lýsa evnafrøðiliga grundarlagið undir lívi, o Lýsa evnafrøðiligu og lívfrøðiligu eginleikarnar og virki hjá høvuðsbólkunum av lívfrøðiligum mýlum (hjá einmýlum eins og fjølmýlum) o Einfalt at lýsa sambandið millum orku og evnaskifti øðrumegin, og termodynamikk hinumegin; og grundgeva sambandið við termodynamiskum líkningum o Greiða frá eginleikum (polariteti, hydrongenbondum, pH) hjá vatni, og hví hesir eru týðandi fyri lív. • Nágreina í ávísan mun uppbygging og virki hjá DNA, RNA, ílegum og proteinum o Greiða frá uppbyggingina av DNA. o Lýsa replicatión av DNA og greiða frá, hvussu hon er tengd at uppbyggingini av DNA o Lýsa hvussu RNA er framleitt frá DNA. o Greiða frá og vísa hvussu kunnleiki um strukturin av DNA kann verða nýttur í samband við margfalding av DNA í starvsstovum (PCR). o Greiða frá sambandinum millum ílegur og protein o Greiða frá hvussu mRNA verður translaterað til proteinir o Lýsa eginleikarnar av vanligastu sekunderu strukturunum av peptid ketum, og hvussu sekunderu strukturarnir eru avgerandi fyri eginleikar, skipan og funktión av heilum proteinum • Greiða frá hvussu enzymir virka o Greiða frá hvussu aminosýrur á katalytisku støðum luttaka í teimum vanligastu katalytisku mekanismunum o Avgera við støddfrøðiligum og grafiskum hættum tey einfaldastu sløgini av enzym-inhibering, og umtala og nágreina einfaldar enzymatiskar støddfrøðiligar parametrar (KM, Vmax, kcat osfr) • Lýsa metabolisku meginleiðirnar: glycolysa, gluconeogenesa, citrónsýrucyklus, oxidativa phosphorylering og elektronflutningsketuna, fitisýruoxidatión og fitisýrusynthesa. o Lýsa hvussu hesar leiðir eru sambundnar, og hvussu organismurnar fáa evnafrøðiliga orku frá kataboliskum reaktiónsleiðum.
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) góðtiknum starvsstovufrásagnum (innlating og framløga – próvtal verður ikki givið fyri hendan partin) og 2) Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Eingin hjálparamboð, tó lummaroknari er loyvdur. Góðkendar starvsstovufrásagnir (innlating og framløga) skulu ikki gerast av nýggjum í samband við endurroynd ella skeiðslestur á øðrum sinni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á Moodle áðrenn skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jónrit Halling