3518.23 - Mýlsk kyknulívfrøði I


Skeiðsnummar
3518.23
Heiti
Mýlsk kyknulívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í lívfrøði, almennari og lívrunnari evnafrøði eins og lívevnafrøði svarandi til: 3537 Almenn lívfrøði, 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
At veita studentunum kunnleika um kyknustruktur og starvshátt, kyknugøgn, vøkstur og kyknuringrás eins og sínámillum ávirkan millum kyknur og mýl.
Innihald
• Kyknubygnaður. • Bygnaður og starvsháttur hjá kyknugøgnum. • Funktión hjá DNA, RNA og proteinum. • Ílegu-expression. • Innankyknuflutningur. • Innakyknu- og millumkyknusamskifti: o hormonir, vakstrarfaktorar, signaltransduktión. • Genom. • Kyknuringrás og kyknubýting. • Lívmenning. • Skipan av vevnaðum. • Rótkyknur. • Krabbamein. • Starvsstovuvenjingar, ið vísa kyknutilgongdir og háttaløg í kyknulívfrøði, umfatandi nýtslu av ljósmikroskopi og epifluoresensmikroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og orðaskifti. Starvsstovuvenjingar og ein eftirfylgjandi framløga, har studentarnir vísa, hvat tey hava lært til starvsstovunvenjingarnar. Møtiskylda er til starvsstovuvenjingarnar og framløguna.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: • Brúka eitt mikroskop til at hyggja eftir ymiskum kyknusløgum. • Lýsa kyknustruktur, kyknugøgn og funktión, o Lýsa bygnaðin av eukaryotum kyknum og tey mest týðandi kyknugøgnini. o Greiða frá og viðgera týdningarmestu virksemini í høvuðskyknugøgnunum. o Lýsa nágreiniliga høvuðspartar av kyknuskrokki og samanseting teirra. o Greiða frá strukturum, virksemi og partum av kyknuhinnum. o Forklára høvuðsmunin ímillum krabbakyknur og vanligar kyknur. • Lýsa kyknuvøkstur og kyknuringrásina o Lýsa regulering av proteinum, chromatin-strukturum og gen-expressión. o Lýsa kyknuringrásina og tær regulatorisku mekanismurnar í ringrásini. o Lýsa mekanismuna fyri kontrolleraðan kyknudeyða. • Lýsa kyknu og mýlsk sambond. o Lýsa stigvísar broytingar av ílegum og genomum á grundstigi. o Lýsa og bólka kyknusignaleringsrásir.
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) starvsstovuroyndum og framløgu (25%) og 2) próvmett skrivlig próvtøka (75%). Partar: 1) Tað er møtiskylda til starvsstovuroyndirnar og framløguna (kravdu setningarnir). Kravdu setningarnir mugu gjøgnumførast fyri at studenturin kann fara til skrivliga próvtøku. 2) Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Eingin hjálparamboð, tó er lummaroknari loyvdur. Skeiðskrøvini eru ikki nøktað fyrrenn starvsstovuroyndir og framløga (1) eru gjøgnumførdar. Tá hesi avrikini eru góðkend, so eru hesi eisini galdandi og nýtilig í møguligari endurpróvtøku og próvtal fyri avrikini verða flutt. Tað er ikki møguligt at fara til endurpróvtøku, fyrr enn allir kravdir setningar eru góðkendir.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á Moodle áðrenn skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu