3541.22 - Jørð, hav og luft II


Skeiðsnummar
3541.22
Heiti
Jørð, hav og luft II
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Innskrivað til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á FróðskaparsetriðFøroya, fylgjandi vanligu lestrarætlanini ella B) Lesandi, sum taka stakgreinalestur, mugu hava neyðuga bakgrund í almennari lívfrøði og vistfrøði, so sum: Almenn lívfrøði; Plantur og djór í føroyum; Vistfrøði á landi; Havlívfrøði. Jørð, Hav og luft I.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at geva eitt yvirlit yvir veðurlagsskipanina og tey árin, sum menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar hava, og fara at hava, á plantur og djór í vistskipanum á sjógvi og landi.
Innihald
Teir týdningarmestu partarnir av veðurlagsskipanini og sambondini teirra millum verða viðgjørd umframt menniskjaárin á broytandi veðurlag. Árin av broyttum veðurlagi á sløg, búfjøldir, samfeløg og vistskipanir. Fenologiskar broytingar, migratión og tillagingar Fysiologi og “behavioral response” hjá djóra- og plantusløgum Demografi. Kappingarevni hjá sløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar grundaðir á lestrarlista, gjøgnumgongd av vísindaligum greinum og framløgur av teimum lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá og leggja fram úrslit frá vísindaligum greinum • Greina veðurlagsskipanina. • Lýsa høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á plantur og djór á landi. • Lýsa høvuðsárinini av veðurlagsbroytingunum á plantur og djór í sjónum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar vakstrarbeltir. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av plantusamfeløgum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag broytir samanseting av djórasamfeløgum. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum plantu sløg. • Lýsa og greiða frá á hvønn hátt broytt veðurlag ávirkar kappingarevni millum djóra sløg. • Greiða frá hvørjar møguleikar plantu og djórasamfeløg hava í samband við veðurlagsbroytingar. • Lýsa, greiða frá og greina hvat fenology er og hvønn týdning tað hevur fyri plantur og djór. • Greiða frá og greina fenologiskar broytingar hjá plantu- og djórasløgum orsaka av veðurlagsbroytingum. • Greiða frá og greina hvørja ávirkan ein broyting í fenologi hevur á migration og tillagingar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvøka ið er sett upp sum seminar
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bogi Hansen, 2011: Veðurlagsbroytingar, Nám. Vísindaligar greinar og IPCC-rapport
Ábyrgd
Anni Djurhuus