3572.22 - Aling


Skeiðsnummar
3572.22
Heiti
Aling
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn og ólívrunnin evnafrøði, lívrunnin evnafrøði, jørð, hav og luft I ella tilsvarandi skeið
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi ognar sær grundleggjandi, holla og breiða vitan og innlit í aling av laksi og tara. Dentur verður lagdur á lýsing av umhvørvi, øll týðandi stig í ali- og sláturtilgongdini, um fiskaheilsu og -sjúkur og um alilóggávu í lívfrøðiligari burðardyggari aling.
Innihald
• Sjógvur, hiti, ljós, streymur, alda, • alibúður, oxygen, modellering, • rognframleiðsla, kynbótaarbeiði, • vatnendurnýtsla, resirkulering (RAS), • smoltframleiðsla, • aling av laksi á sjónum, • laksafóður og føðslufrøði, • fiskaheilsa og -sjúkur, smittuvandar, • lús og avlúsingarhættir, reinsifiskar, rognkelsi, • tøka, slátur, processering, pakking, flutningur, • dálking, umhvørvisfyrilit, umhvørvisgóðkenning, alilóggáva, lógir og kunngerðir. • Aling av ymsum tarasløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, ritvenjingar, hugakort, bólkarbeiði, framløgur, sjálvlestur og kanningarferðir til alivirki.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Meta um viðurskifti í sjógvi, ið ávirka umstøðurnar fyri aling • Lýsa og nágreina framferðarhættirnar í rognframleiðslu og kynbótaarbeiði • Greiða frá tilgongdini av smoltframleiðslu á landi • Greina skipanina Recirculating Aquaculture Systems (RAS) og hvørji parametrar eftirlit verður havt við • Meta um hvørjir umhvørvistrupulleikar kunna standast av alivinnuni • Lýsa framleiðsluna av laksafóður og føðslufrøðiliga virði • Greiða frá hvussu tøka, slátur, processering og pakking verður skipað væl • Greiða frá um laksalús og avlúsingarhættir • Lýsa framleiðsluna av ymiskum tarasløgum • Greiða frá fiskaheilsu og -sjúkum og hvørjar mannagongdir kunnu verða fyribyrgjandi fyri sjúku og smittuspjaðing • Greiða frá galdandi alilóggávu og mannagongdum fyri umhvørvisgóðkenning
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka av virðismettari skeiðsritgerð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er at øll skeiðsavrik eru mett staðin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar, kapitlar í lærubókum og notur. Tilfarið verður lagt á Moodle
Ábyrgd
Sigurd Christiansen