3500.18 - Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur


Skeiðsnummar
3500.18
Heiti
Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
ECTS
7,5
Fortreytir
A)Miðnámsprógv og upptikin til heilt bachelor-nám við Fróðskaparsetur Føroya ella B)Miðnámsprógv og upptikin til stakgreinalestur á Fróðskaparsetursins Føroya.
Endamál
At veita studentum kunnleika um ymiskar fróðskaparligar førleikar, sum leggja grund undir fatan, bygnað og funktión av fróðskaparlestri, akademiskum arbeiði, akademiskari grundan, og ger studentarnar førar fyri at gagnnýta nevndu hugavirksemi og yrkisdygdir.
Innihald
Lestrarlag. Upplýsingar- og bókmentaleiting. Siðalæra í samband við lestur og vísindi. Reiðilig og óreiðilig vísindalig framferð. Náttúruvísindi, málvísindi og samfelagsvísindi, sammett og munmett. Vísindaheimsspeki. Dømi um yrkisroyndir frá gransking og fróðskaparligum virksemi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Floksorðaskifti. Ritroyndir ella essay. Bólkaarbeiði. Studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: 1. Skipa seg og nýta ymiskar hættir at læra og samskipa evni á námsskránni. 2. Leita við savnsforritum og net-leititólum í hóskandi databasum eftir viðkomandi upplýsingum og yrkisbókmentum. 3. Skilja og skýggja trupulleikar og vandar av óreiðiligari vísindaligari framferð, so sum ritstuldri og sviki, undir lestri og í starvshøpi. 4. Lýsa og greiða frá grundleggjandi hugsanum, hugskotum og hugtøkum í vísindaástøði og siðalæru eins og seta nevndu í heimspekiliga frásjón. 5. Greina vísindaligar og/ella siðafrøðiligar próvførslur og virðismeta stirðil og gildi teirra. 6. Lýsa fyndiga høvuðstankar hjá úrvalsheimspekingum eins og umrøða tulkingar og ávirkanir teirra á náttúruvísindi og siðafrøði. 7. Raka við og ásanna heimspekiligar og siðafrøðiligar spurdómar undir lestri, í vísindahøpi, ella í framtíðar yrkishøpi, og umrøða fylgjurnar. 8. Sammeta og munmeta sjónarmið og háttaløg (eitt nú dygdarliga og mongdarliga) og undirliggjandi heimspeki teirra á ymiskum vísindaligum fakøkjum, so sum náttúruvísindum, málvísindum, samfelagsvísindum ella hugvísindum.
Próvtøkuháttur
Kravdar ritroyndir og/ella onnur verkevni/heimaarbeiði skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Skrivlig fýra-tíma próvtøka. Øll hjálparamboð loyvd, t. d.egin telda, internet, bøkur, uppgávur, ritroyndir, notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
- Jacobsen, Jógvan í Lon. (2012). Ærligt talt, who cares. En sociolingvistisk undersøgelse af holdninger til og brug af importord og afløsningsord i færøsk (útvaldar blaðsíður). - Rollin, BE (2006) Science and Ethics. Cambridge University Press. ISBN 978-0-521-67418-8. - Rosenberg, A (2012) Philosophy of Science: A Contemporary Introduction. Routlegde - Taylor & Francis. ISBN: 978-0-415-89177-6. (Fæst eisini sum e-book.) - Úthendi
Ábyrgd
Hóraldur Joensen