3513.19 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.19
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn & ólívrunnin evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi yrkisførleikar til at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar hjá: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Carbohydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonansformar. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvsstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o skipa og greiða frá funktionellum bólkum eins og vísa kunnleika um alkanir, navngeving, strukturar, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar o fródliga umrøða alkenir, alkynir,reaktiónir, reakiónsmekanismur, carbocatiónir, resonansformar o umrøða aromatisk evni, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og greina elektrofilar aromatiskar substitutiónsreaktiónir o greiða frá chiraliteti, optiskum aktiviteti og isomeri o skilvíst røða um alkylhalidir, teirra substitutións- og eliminationsreaktiónir o siga nágreiniliga frá um alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og synthesu av alkoholum, phenolum, etharum, thiolum og sulfidum o greiða frá eginleikum hjá carbonylsamrunum og nucleophilu additiónsreaktiónum teirra o røða um carboxylsýrur, derivatir og polymerir teirra o nýta kunnleika um carbonyl alpha-substitutiónsreaktiónir og kondensatiónreaktiónir o greiða frá strukturum, navngeving, basisiteti og reaktiónum hjá aminum og alkaloidum o nýta nomnan kunnleika um UV, IR, NMR og MS o siga nágreiniliga frá carbohydratum, stereokemi og reaktiónum o greiða frá aminosýrustrukturum, peptid-synthesum, proteinstrukturum, enzymum og coenzymum o røða greidliga frá lipidum, nucleotidum, RNA, DNA og PCR o vísa í verki yrkisvit í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Við undantak av teldum, so eru øll hjálparamboð loyvd, t. d. bøkur, uppgávur, uppgávuloysnir veningarfrásagnir og notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Ein 4 tíma roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum (25).
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, Belmont, USA, 7th edition, (2011), ISBN-13: 978-1-4390-4973-0, pp. 672
Ábyrgd
Hóraldur Joensen